Maria fekk fyrstu minuttirnar

Tá ið kvinnulandsliðið fríggjadagin spældi móti Montenegro, fekk Maria Vinjardsdóttir Johansen sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum

Her er Maria avmynda í dysti við U19 landsliðnum. Mynd: Bjarni Enghamar

19 ára gamla Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ bleiv fyrstu ferð úttikin til Nations League dystirnar í oktober mánaða, og til dystin fríggjadagin í Montenegro, fekk hon sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, skrivar Fótbóltssabandið.

 

Áðrenn Maria bleiv úttikin á A-landsliðið, hevur hon umboðað Føroyar tíggju ferðir á U19 landsliðnum. Maria, sum fyri tað mesta spælir á vonginum, spælir til dagliga við KÍ, tó at hon er uppvaksin í NSÍ.

 

Føroyar spæla í morgin seinasta dystin í Nations League kappingini. Dysturin er móti Aserbadjan.

 

Her er Maria avmynda í dysti við U19 landsliðnum. Mynd: Bjarni Enghamar