Fløguummælarin hjá Alt For Damerne hevur fingið hendur á nýggjastu fløguni hjá Mariu Guttesen, og fløgan verður nú ummæld í blaðnum. Hon fær 4 av seks stjørnum og nógvar rósur.
- Tað er líka við, at tú hoyrir tað føroyska landslagi í røddini hjá Mariu Guttesen ella kanska tað íslendska, tí eingin ivi er um, at føroyska songkvinnan úr Århus hevur lurtað eftir síni íslendska starvsfelaga Bjørk, skrivar ummælarin millum annað.
- Maria Guttesen: Live er nærverandi og kensluborið. Mesta nervan hevur lagið Frá Mammu, sum er einasta lagið ,sum er á móðurmálinum, endar ummælarin við at skriva.
Eisini Jydske Vestkysten hevur ummælt Maria Guttesen Live og har er sama skoðsmál, fýra av seks stjørnum.
Fløgan fær fleiri rósur á vegnum, og sagt verður, at hon er full av sál og góðsku. Serliga verða løgini Luckily og Magic To Be Two tikin fram sum góð, meðan lagið Im To Happy verður mett, í síni heilt egnu stillu tilveru at rúma tað Kierkegaardska dramaði, um hvar íblástur birtist úr gleði ella longsli. Ummælarin sigur, at hann vil ikki meta um, hvar Maria fær sín íblástur, men bara at hetta er eitt gott stað.