Maria Guttesen á Reinsarínun

Týskvøldið 1. juli spælir Maria Guttesen á Reinsarínum í Havn.

Talan er um fyrstu konsertina Maria Guttesen hevur í Føroyum, eftir at fløgan ”Wide Open” kom út fyrr í ár. Hendan útgávan er heilt serlig, tí tað er Maria sjálv, sum spælir øll ljóðføri á útgávuni. Hetta verður tó einasta konsertin hjá Mariu Guttesen í Føroyum á hesum sinni. Við sær á pall hevur hon bróðirin Gunnar G. Guttesen á trummum og danska Peter Steenild á guitar. 


Ummælarar hava róst Mariu Guttesen seinastu árini, og hevur hon eisini fingið góð ummæli í samband við ”Wide Open” fløguna. Føroyska songkvinnan, tónleikarin og tónasmiðurin hevur gjørt meira og meira vart við seg. Hon er ring at seta í bás, men verður tó samanbordin við t.d. Tinu Dickow, Bjørk og Anisette, av ummælarum í Danmark . 


Í løtuni fæst Maria við eina fløguinnspæling saman við guitarsnillinginum Peter Steenild, sum eisini fer at framføra við henni týskvøldið og verður hendan útgáva væntandi liðug seinni í ár. 


Konsertin verður týskvøldið 1.juli kl. 20.00, og atgongumerkir á 100 kr fáast í Kunningarstovuni og við dyrnar. Les meira um Mariu á myspace.com/mariaguttesensolo ella mariaguttesen.dk