Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Hetta skrivar jógvan Fríðriksson, biskupur, á folkakirkjan.fo.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Maria Jørðdal Niclasen.
Maria varð vígd prestur at vera í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðoya Eystara prestagjaldi. Í mars 2015 tók hon við embætinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík.
Vit ynskja Mariu gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag, skrivar Jógvan Fríðriksson.