Maria og Bros í Mentanarhúsinum

Mentanarvikan í Fuglafirði endar sunnukvøldið

Á Summarfestivalinum í Klaksvík í august var høvi at hoyra sangbólkin Bros. Tað var Jógvan á Lakjuni, sum nú er løgtingsformaður, og sum tá var lærari í Fuglafirði, ið tók stig til bólkin. Í 1986 góvu tey kasettubandið ”Heima” út. Fleiri av sangunum gjørdust fólkaogn. Millum hesar vóru ”Gakk tú tryggur”, yrkingin hjá Hans Andreas Djurhuus, sum við lagnum hjá Jógvani á Lakjuni man vera ein av mest sungnu sálmunum yvirhøvur, og ”Nú er summartíðin gylta”, har Øssur Berghamar eigur bæði orð og lag.

 

Undan Summarfestivalinum frískaðu nøkur teirra, ið fyri meiri enn fjórðingsøld síðani vóru við á útgávuni, uppaftur skattirnar, sum tey góvu út, og sunnukvøldið verður høvi at hoyra tey syngja ”live” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fianalan á mentanarvikuni, sum í hesum døgum er í Fuglafirði.

 

Umframt Bros verður Maria á Lakjuni eisini at hoyra. Talan er um útgávukonsert hjá 11 ára gomlu Mariu, sum í juli gav fløguna ”Vøkur er verðin” út. Maria fer á konsertini at syngja allar sangirnar á fløguni – saman við væl mannaða orkestrinum.

 

Orkestrið er soleiðis mannað: Høgni Klakstein, trummur, Eyðun Johannesen, bass, Ólavur Øster, guitar, Leivur Thomsen, guitar, Pól Wolles, guitar, Jákup Heinesen, tangentar, Eyðun á Lakjuni, klaver, Rúni Hentze, trompet, Bárður á Lakjuni, floyta, Angelika Nielsen, violin, Marta á Lakjuni, violin, Jona Jacobsen, bratch og Jens Guttesen, cello. Afturat orkestrinum vera bæði kórsangarar og barnakórsangarar.

 

Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 20.