Maria og Divided Minds á Fatter Eskil í Århus um páskirnar

Skírishóskvøld spælir Maria Guttesen við bólki sínum Divided Minds á vælumtókta og hugnaliga spælistaðnum Fatter Eskil í Skolegade 25 í miðbýnum í Århus

konsert

?En udelt fornøjelse!? og ?Højdepunktet var dog Maria Guttesens vokal, der med sin lækre, hæse kant, til tider smøg sig sødmefyldt ind i øregangen, for øjeblikket efter at trænge igennem med overraskende styrke? skrivar ummælari í Herning Folkeblad eftir konsert hjá Mariu og Divided Minds í Ikast 9. mars í ár. Ummælið finnur tú í fullari longd á www.dividedminds.dk

Divided Minds gav út fløguna ?The Last Night? í Føroyum í juni og í Danmark í august 2004.

Á skránni til konsertina Skírishóskvøld eru løg av nýggju fløguni ?The Last Night? og fleiri nýggj góð løg. Tónleikastílurin hjá Divided Minds er góður og melidiøsur og spennandi pop/rockur.