Maria prinsessa á autismufundi

Hennara hátign, Maria prinsessa, vitjar í hesum døgum í Føroyum.

 

Fyri løtu síðani fór hon á ráðstevnu hjá autismufelagnum í Føroyum. Prinsessan fer at lurta eftir tveimum fyrilestrum hjá Christopher Gillberg og Thomas Bourgeron. Teir fara at greiða frá um teirra gransking innan autismu og genetikk, og hví autisma er so vanligt í Føroyum.

 

Ikki kann sigast, at áhugin var stórur. Umframt tey nærum 100, sum vóru komin til fyrilesturin, vóru eini tíggju 9-10 ára gamlar gentur úr Margarinfabrikkini komnar at heilsa upp á prinsessuna.

 

Maria, prinsessa, kom til landið í gjár og vitjaði seinnapartin í Kirkjubø. Jóannes Patursson, bóndi, vísti henni runt á søguliga staðnum, og hon heilsaði eisini upp á bóndasonin, sum hevur autismu.

 

Seinni í dag verður móttøka í Reinsarínum, í samband við at autismufelagið hevur 25 ára hátíðarhald í dag. Í kvøld verður skipað fyri døgurða á Hotel Hafnia fyri innbodnum gestum.

 

Í morgin fer prinsessan at vitja á autismubreytini í Studentaskúlanum í Hoydølum, áðrenn hon fer av landinum aftur.

 

Maria, prinsessa, er verji hjá autismufeløgunum í Danmark. Hon hevur sjálv ein bróður, ið hevur autismu.