Faxe Kondi: Maria skoraði 15 mál tá H71 søkti Stjørnuna

Kyndil fekk góða mótstøðu frá EB í dag

Í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hevur H71 kós móti hálvfinalunum aftaná ein 34-29 sigur á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini seinnapartin í dag. H71 var á odda 17-14 í steðginum. 

 

Maria H. Weyhe stórspældi fyri H71, og skoraði ikki færri enn 15 mál í dag. Durita C. Jojic gjørdi eitt hál fyri Stjørnuna í dag við at skora 11 mál. 

 

H71-Stjørnan 34-29 (17-14)

 

Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 15, Jana Mittún 6, Guðrið á Borg 4, Rannvá Olsen 3, Eva Barba Arge 2, Brynhild Pálsdóttir 1, Sára Jacobsen 1, Bjørk Brimnes 1, Elsa Egholm 1, 

 

Málskjúttar Stjørnan: Durita C. Jojic 11, Tóra Eliasen 4, Malene Madsen 3, Iulia Nalivko 3, Mina Hendriksen 3, Katrin Bertholdsen 3, Jancy Jacobsen 2. 

 

1H7127049214
2Stjørnan12934-50
3StÍF00000
4H71 212036-160

 

 

 

Hósdagur 27. jan 2022

kl. 18.30 Stjørnan – StÍF

 

Leygardagur 29. jan 2022

kl. 18.00 Stjørnan – H71 2

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 14.00 H71 – StÍF

 

Mikudagur 2. februar 2022

kl. 18.30 StÍF – H71 2

 

Í bólki 2 beit EB væl frá sær á heimavølli móti Kyndli. Kyndil vann 23-18. Í steðginum var Kyndil á odda 11-9. Talan er um fyrsta dystin í bólki 2.

 

EB-Kyndil 18-23 (9-11)

 

Málskjúttar EB: Olivia T. Kruse 5, Zeljana Grozdanic 4, Lea S. Lisberg 3, Talita J. Hansen 2, Solveig D. Dahl 2, Karin M. Kruse 1, Sára J. Magnussen 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Súna K. Hansen 6, Turið Arge Samuelsen 5, Bára K. Hansen 4, Svanna Hjartvardsdóttir 2, Ró Nielsen 2, Bjarta O. Johansen 2, Sólja B. Poulsen 1, Barbara Hammer 1.

 

Mikudagur 26. jan 2022

kl. 18.30 Kyndil – Neistin

kl. 20.00 VB – EB

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 14.00 Kyndil – VB

kl. 18.00 Neistin – EB

 

Mikudagur 2. feb 2022

kl. 18.30 Neistin – VB