Maria Zakharova skakað av einum deyðsfalli

Uttanríkisráðharrin í Hvítarusslandi, Vladimir Makej, sum seinast varð avmyndaður á almennum fundi í gjár, doyði í dag, 64 ára gamal.

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at hon er skakað av, at uttanríkisráðharrin í Hvitarusslandi, Vladimir Makej, er deyður.

 

Tað skrivar hon á Telegram.

 

- Russiska uttanríkisráðið fer at senda eitt alment samkensluskriv í samband við deyðsfallið, sigur talskvinnan.

 

Tað var tíðliga í dag, at tað frættist um deyðsfallið í Hvítarusslandi, og síðan er deyðsfallið váttað av almennum miðlum í landinum.

 

Statsliga tíðindastovan Belta skrivar, at uttanríkisráðharrin doyði brádliga, 64 ára gamal, men einki verður sagt um, hvør orsøkin var til, at hann doyði.

 

Uttanríkisráðharrin varð seinast avmyndaður á einum almennum fundi í gjár, fríggjadagin.

 

- Vladimir Makej hevði sitið sum uttanríkisráðharri í Hvítarusslandi síðan 2012, vita útlendskir miðlar at siga í dag.

 

##med2##

 

 

 

Einki verður sagt um orsøkina til, at Vladimir Makej doyði í morgun.