Hóskvøldið verður konsert við Marionnu Nagata og hennara bólki í Sirkus í Havn.
Marianna Nagata syngur, og afturat sær hevur hon Tórð Dam Jacosen á trummum, Kára Fossaberg Ellingsgaard á bassi og Ragnar Finsson á gittara.
Tey spæla nýggj og eldri tøkuløg. Tey hava nýliga verið í upptøkuhøli, og hetta er teirra fyrsta almenna framførsla.
Eftir konsertina diskar AlliFo.