Marianna: Vegurin til FM-finalurnar er torførur

(Rás2) Hoyr Marionnu G. Eystberg (Kyndil) og Vár Thomsen (H71) seta orð á dystin H71-Kyndil 21-28 (9-15)

Tað er status qou í oddastríðnum í hvonndeildini.

 

VÍF vann 34-29 (19-9) á Stjørnuni í KÍ-høllini, og VB vann 25-20 (11-10) á Neistanum suðuri í Vági.

 

Kyndilskvinnur greiddu eisini sín setning, og vunnu 28-21 (15-9) á H71 í Hoyvíkshøllini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Marionnu G. Eystberg, ið skoraði ikki færri enn 12 mál í dag. Marianna G. Eystberg staðfestir, at tað verður alt annað enn lætt hjá Kyndli at røkka FM-finalunum, tí liðið skal spæla á útivølli ímóti bæði VB og VÍF.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við málverjan hjá H71, Vár Thomsen, ið er nøgd við, at H71 var so væl við í dystinum ímóti Kyndli, og hon staðfestir, at liðið er framhaldandi í einari góðari menning. 

 

Støðan í hvonndeildini (Kelda: HSF)

 

                       
 VÍF2060746714036
 KYNDIL2056242014232
 VB205304319929
 NEISTIN21485501-1619
 H7121469548-7913
 STJØRNAN20459503-4412
 STÍF20324566-2421