Marin Katrina: Kom og arbeið fyri at menna kommununa

Elin Lindenskov, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
-----

Tað er eitt sera óseriøst lesarabræv, sum Marin Katrina Frýdal hevur um býráðið í miðulunum fríggjadagin 7.desember.
Í staðin fyri at takka Javnaðarflokkinum fyri, at vit hava givið henni og øllum hinum flokkunum ávirkan á nevndararbeiðið í býráðnum, velur hon at leypa á Javnaðarflokkin, borgarstjóran og hinar kvinnurnar í býráðnum við ósannindum og illgitingum.
Marin Katrina veit, at tað hon skrivar er skeivt. Marin Katrina Frýdal veit væl, at tað, at eingin kvinna er í fíggjarnevndini, hevur einki at gera við, at kvinnur ikki eru slopnar í fíggjarnevndina.
Og Marin Katrina kundi sjálv farið í fíggjarnevndina í staðin fyri Jógvan Arge. So var um ikki annað ein kvinna í fíggjarnevndini. Men Tjóðveldi valdi at seta sama mann bæði í formannskapin og í fíggjarnevndina. Also Tjóðveldi valdi hvørki at sera kvinnu í formannskapin ella fíggjarnevndina, hóast tey høvdu møguleikan at seta kvinnu í báðar.
Sannleikin er at kvinnurnar í Javnaðarflokkinum valdu at raðfesta forkvinnusessir og aðrar nevndarsessir fram um fíggjarnevndina – tað gjørdi eg eisini sjálv. Tað er í faknevndunum, vit veruliga føra politikk. So við at gerast forkvinna í Teknisku nevnd valdi eg størri politiska ávirkan, enn um eg valdi fíggjarnevndina.
Ístaðin fyri at hyggja eftir fíggjarnevndini kundi hon valt at hyggja at nevndarleiðslunum. Í teimum fimm býráðsnevndunum eru tríggjar forkvinnur og tveir formenn. Also eru fleiri forkvinnur enn formenn.
At fleiri menn eru í summum nevndum og fleiri kvinnur eru í øðrum, er eitt úrslit av ynskjunum hjá býráðslimunum. So kann man halda tað verða rætt ella skeivt. Eg vildi sjálvandi, at kvinnur sótu í fíggjarnevndini. Men hvat skal man velja? Skal man tvinga kvinnur, sum eru valdar at velja annað enn tær ynskja?
Kvinnurnar í Javnaðarflokkinum valdu eftir egnum ynski aðrar nevndir fram um fíggjarnevndina – hetta fyri at fáa ávirkan á øki, tær brenna fyri.
Marin Katrina niðurgerð hinar kvinnurnar í býráðnum grovliga við at pástanda, at tær eru settar har av borgarstjóranum. Sum um at tær ikki eru førar fyri at velja sjálvar.
Í sínari herferð ímóti Javnaðarflokkinum, borgarstjóranum og hinum kvinnunum í býráðum velur Marin Katrina Frýdal so eisini at lata verða við at nevna, at hesaferð er ein kvinna í formannskapinum – eg sjálv. Har var eingin í seinastu setu.
Annars sat eg sjálv í fíggjarnevndini seinastu setu og havi sitið har fyrr, men valdi Teknisku nevnd fram um hesa ferð.
Góða Marin Katrina Frýdal! Heldur enn at brúka tína orku upp á at leypa á Javnaðarflokkin og okkum aðrar kvinnur í býráðum, átti tú og Tjóðveldisflokkurin at brúkt teir nevndarsessi, tit hava fingið frá Javnaðarflokkinum, til at arbeiða fyri at menna kommununa til frama fyri borgararnar. Eg skal fegin hjálpa tær við tí, tí eg veit, at vit eru samdar á nógvum økjum. Vit hava gjørt nógv gott fyri kommununa saman.