Marine Harvest livir við vónini

. Vónin um at ala á Sandsvág – eisini um veturin – livir framvegis, sigur stjórin, Hans Jákup Mikkelsen.

Hjá Marine Harvest Føroyar fara tey seinni at eftirmeta hesa seinastu aliroyndina á Sandsvág, sum nú nærkast endanum.

 

- Nú allur fiskurin verður tikin úr ringunum, ætla vit at leggja tveir av ringunum á legupláss heilt inni á vánni, meðan hin seinasti ætlandi kemur at liggja úti á vánni, har ringarnir liggja í dag - við fortoyningum, nót og øllum.

 

Stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at tey fara at brúka henda eina ringin til mátingar og eygleiðingar gjøgnum veturin, og tað er eingin loyna, at alifelagið framvegis droymir um møguleikarnar eisini at ala á Sandsvág alt árið.

 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at tá veturin, sum nú stundar til, er umliðin, og vit koma út á várið, verður vitanin um alimøguleikarnar á Sandsvág vónandi væl størri.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri lønsemi, hvørt vit kunnu ala á Sandsvág um veturin ella ikki, tí tað verður ov knýpi bara at kunna brúka vánna í summarhálvuni. Hetta merkir tó ikki, at vit ongan áhuga hava í Sandsvág sum summarbeiti.

 

Stjórin sigur, at eftir at tær fyrstu royndirnar miseydnaðust, hava tey í felagnum verið eitt sindur óttafull og vildu ikki í royndini hesaferð taka nakran kjans.

 

- Men, tað skal ikki vera nøkur loyna, at vónin um at kunna ala á Sandsvág – eisini um veturin – framvegis livir, sigur stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen.