Marine Harvest: Mugu vita meir um Sandsvág

- Vit royna aftur á Sandi aftur í fyrsta lagið í heyst í ár ella á várið 2018.

 

Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Marine Harvest um royndirnar hjá Marine Harvest at ala á Sandsvág.

 

Seinasti vetur var triði vetur, ið Marine Harvest royndi á Sandsvág, tó fyrstu vetur við fiski í. Kanska óneyðugt at siga, men veðrið seinasta vetur var ómetaliga harður og tað hevði sína ávirkan á royndirnar og nógvur fiskur doyði.

 

- Vit tóku tað, ið ikki doyði. Annars skuldi tað ganga til várið, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

Eftirfylgjandi hevur Marine Harvest, saman við Fiskaaling, gjørt kanningar á Sandsvág viðvíkjandi rákið, streymið og øðrum, ið hevur ávirkan á hvussu nótin flytir seg.

 

- Tølini eru ikki klár enn og tískil kunnu vit ikki siga enn hvar nótin liggur best, men ætlanin er at kanna hvar hon kann plaserast best. Um hon til dømis liggur betur longur inni, so má nótin styttast. Alt hetta kunnu vit taka eina støðu til tá tølini eru klár, sigur Hans Jákup Mikkelsen.