Marita hevur sett varandi spor eftir seg.


 

Høgni Hoydal

form. í Tjóðveldisflokkinum


Við stórari sorg og skelki havi eg burturstaddur í útlondum frætt boðini um deyða Maritu Petersens.

Tankarnir leita sjálvsagt fyrst og fremst til Kára, synirnar og øll tey næstu, ið hava mist so nógv so brádliga. Vónandi finna tit styrki í minnunum, sum ongantíð fara.

Javnaðarflokkurin og tann politiska rørslan, sum Marita vígdi so stóran part av sínum lívi, sínum eginleikum og sínari orku til, hevur mist ein vita og eitt bæriligt og sannførandi oddafólk.

Føroyska tjóðin hevur við deyða Maritu mist ein stórt menniskja og ein slóðbrótandi politikara.

Marita tók ábyrgd undir teimum mest truplu umstøðunum, sum nøkrum politikara og løgmanni hevur fyri. Øll, ið vilja skilja føroyska samtíðarsøgu kunnu ásanna, at allar skorur vórðu tiknar undan og allir garðar fullu, sum vanliga kunnu styðja. Eisini myndugleikar og embæti, sum álit átti at kunnað setast á. Kortini megnaði hon at standa á báðum beinum og reisa nýggjar varðar eftir seg.

Tjóðveldispolitikarar, ið samstarvaðu og tóku tøk saman vïð henni, eru takksom og hava djúpa virðing fyri persóninum og politikaranum Maritu Petersen.

Marita Petersen hevur skrivað søgu sum Føroya fyrsta kvinna í løgmansembætinum. Hon framdi týdningarmiklar broytingar í føroyskari lóggávu og stendur sum ein hugsjónarkvinna fyri eftirtíðina.

Nú Marita er farin, fara sporini, ið hon setti eftir seg at liva víðari í komandi ættarliðum.

Vegna Tjóðveldisflokkin vil eg lýsa okkara djúpastu samkenslu við tykkum sum eftir sita og lýsa frið yvir minnið um Maritu Petersen.