Marita sløkti Stjørnuna

Tá Stjørnan fór at trúgva upp á møguleikan at vinna stórsigur á Kyndil, tók Kyndla-málverjin um endan

Kyndil staðfesti sítt pláss í steypafinaluni, tá tær eisini vunnu seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni.

Dysturin, sum var spældur í fullsettari KÍ-høll sunnudagin, endaði við trý máls sigri til liðið úr Havn, og samanlagt gjørdist tað tí til ein tryggan Kyndla-sigur. Samanlagt vann Kyndil við 10 málum.

Heimaliðið gjørdi tó ein vørr í fyrra hálvleiki, og ein stóran part av tíðini var líkt til, at Stjørnan kundi klára at vinna aftur tey sjey málini, sum tær taptu við í fyrra dystinum í Havn.

Við hvørt vóru fimm mál á muni, og Stjørnukvinnurnar útstrálaðu sjálvsálit og vilja hesa løtuna. Nógvu heimaáskoðararnir vóru eisini við til at stuðla undir avrikið.

Jugoslavisku spælararnir hjá Stjørnuni stóðu seg væl hesa løtuna. Vesna á vinstra vongi og Andrijana á høgra brutu ofta ígjøgnum, og tá tær ikki fingu mál, fingu tær brotskast. Simona Hansen var allatíðina ein hóttan við sínum fram úr skoti, og tá kvika spælið hjá heimaliðnum rættiliga koyrdi, komu tær sum oftast ígjøgnum.


Avgerðin

Men rundan um hálvleikssteðgin fall avgerðin í dystinum. Seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá Stjørnukvinnurnar rættuliga vóru farnir at trúgva upp á møguleikan at vinna stórsigur, hevði málverjin hjá Kyndil nakrar frálíkar bjargingar.

Marita Hermansen bjargaði fleiri ferðir, tá Stjørnuspælarar vóru í fríari støðu, og við hesum bjargingum syrgdi hon fyrst og fremst fyri, at munurin millum liðini minkaði, og síðani at Stjørnuspælararnir mistu nakað av sjálvsálitinum.

Trý mál vóru á muni, tá spælararnir fóru til hálvleik, og tá Kyndlamálverjin helt fram við góða spælinum eftir steðgin, datt alt niðurfyri hjá heimaliðnum. Restina av tíðini var tað ein hálvhjartað roynd at vinna dystin, men so hvørt sum tíðin leið, styrkti Kyndil um sína støðu, og seinasta partin av dystinum var tað lætt at toga sigurin í land, tí tá hevði heimaliðið uppgivið dystin.

Stjørnan royndi at mansverja Lottu Sørensen fittan part av dystinum, men hetta eydnaðist ikki serliga væl. Hon skoraði sjey mál, og umframt hana hevur Kyndil aðrar spælarar, sum duga at gera mál.


Ber ikki til at meta

Dysturin stóð millum tvey av liðunum, sum stríðast um gullmerkini í landskappingini, men dysturin kann ikki brúkast sum ein meting av styrkini hjá teimum báðum liðunum í løtuni.

Tá Kyndil minkaði um munin í dystinum, fullu fleiri av Stjørnuspælarunum í fátt, og teir gjørdu nógv mistøk. Eftir hetta kundi Kyndil toga seg fram um og halda seg frammanfyri Stjørnuna restina av tíðini.

Stóra royndin hjá Kyndil og Stjørnuni verður, tá liðini nú hittast í landskappingini.

ek



Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Vesna Tomajek 7 (2), Simona Hansen 6 (2), Annika Ljósstein 4

(1), Andriana Milodanovic 4, Jastrid Gullaksen 2, Anna K. Samson 2

Kyndil: Lotte Sørensen 7 (4), Jórun Ludvig 6, Ann Hansen 4, Rakul N.

Joensen 4, Palma Petersen 3, Frida Johannesen 2, Semona Fjallstein 1,

Jensia Petersen 1

Brotskøst:

Stjørnan 7, Kyndil 5

Útvísingar:

Stjørnan 3, Kyndil 5

Dómarar úr Tjaldur:

Dánial Hansen og Kári Hansen