Marius heldur fram sum venjari hjá StÍF-kvinnunum

Hann tekur eitt tørn aftrat sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.

Marius Joensen, høvuðsvenjari hjá kvinnunum, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.

StÍF hevur skrivað undir sáttmála við Marius um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2022/23, og at hann eisini skal hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær.

 

Marius hevur verið venjari hjá kvinnunum síðan hálvan oktober í fjør. Hann hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.

Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF og hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.

 

Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.

 

Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.

 

– StÍF fegnast um, at Marius heldur fram sum venjari í felagnum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Marius Joensen, høvuðsvenjari hjá kvinnunum, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.