Marius í Eiðis Kirkju

Hetta verður fyrstu ferð, at bólkurin hevur framførslu í eini kirkju,

Leygarkvøldið 14. juni 2014 kl. 20 bjóðar Eiðis kommuna í tøttum samstarvi við Eiðis kirkju eina serstaka tónleikauppliving við tónleikabólkinum MARIUS í Eiðis kirkju.


MARIUS telist millum tey mest framkomnu tónleikanøvnini á føroyska tónleikapallinum í løtuni, og tískil verður lagt upp til eina framúr konsert í eini kirkju, ið er eitt framúrskarandi høli til endamálið. Hetta verður somuleiðis fyrstu ferð, at bólkurin hevur framførslu í eini kirkju, og vit kunnu samstundis vænta nýtt tilfar frá bólkinum, ið leggur hond á nýggja fløgu.


MARIUS verður mannaður av sjey tónleikarum, ið allir telja millum okkara allarbestu. Manningin er: Hans Marius Ziska (sang/gittar), Heðin Ziska Davidsen (gittar/kór), Mikael Blak (bass), Allan Tausen (gittar/kór), Brandur Jacobsen (trummur/kór), Sakaris Emil Joensen (ljómborð/kór) og Magnus Johannessen (klaver).



Eftir konsertina ber til at støkka inn á gólvið í atelierinum hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, ið lat listaframsýning upp 1. Hvítusunnudag á Hvítakletsvegi 15 á Eiði. Sjálv listaframsýningin er opin fram til 4. august, og leygarkvøldið ber til at síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn, sigur Áki Leitisstein Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu.