Marius og Guðrun&Bartal í Perluni

Fríggjakvøldið kl. 22:00 verður Perlan karmur um eina intima dupultkonsert við Marius og Guðrun & Bartal.

 

Báðir bólkarnir kunnu sigast at spæla singer/songwriter-kendan tónleik, har dentur er lagdur á fangandi løg, og tær berandi røddirnar hjá báðum forsangarunum.

 

Guðrun & Bartal eru í gongd við fyrireikingarnar til eina komandi fløguútgávu, ið vónandi verður klár áðrenn summarið er av.

 

Marius hevur eitt spennandi summar fyri framman, við fløgu ávegis, luttøku á ársins Spot-festivali í Aarhus og á G!-festivalinum, umframt eina rundferð í USA.

 

Marius:

Hans Marius Ziska – Sang, gittar

Heðin Ziska Davidsen – Gittar, kór

Allan Tausen – Gittar, kór

Brandur Jakobsen – Trummur, kór

 

Guðrun & Bartal:

Guðrun Pætursdóttir – Sang, tangentar

Bartal Augustinussen – Gittar

Andreas Dalsgaard – Trummur

Hanus Mikal Andreasen – Tangentar

Finnur Koba – Kór

Unn Paturson – Kór

Rebekka Petersen – Kór

 

 

Leinkjur til tónleik hjá báðum bólkunum.

 

’Marius’

www.youtube.com/watch

 

’Guðrun & Bartal’

www.youtube.com/watch