Marius og Høgni Lisberg í Mentanarhúsinum

Leygarkvøldið bjóðar Mentanarhúsið í Fuglafirði til heldur forvitnisliga konsert, tá ið bólkarnir HOGNI og Marius framføra. Báðir bólkarnir hava seinastu árini gjørt um seg í føroyska tónleikaheiminum. Marius gevur í næstum út nýggja fløgu, og fyri stuttum gav Høgni Lisberg fløgu út við heitinum Haré Haré.

 

Leygarkvøldið ber til at uppliva tað nýggjasta og okkurt gamalt hjá hesum bólkum, og verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.