Marius Rein 70 ár

Sunnudagin 20. november fyllir Marius Rein í Havn 70 ár.
Marius er havnarmaður, yngstur av børnunum hjá Jens Paula Rein og Elisabeth (Bette), fødd Arge. Tey vóru bæði úr Havn. Systkini vóru Eivind, Áshild og Lillian. Bara Lillian er eftir á lívi, hon býr í Húsavík.
Marius tók realprógv frá Færøernes Mellem og realskole í 1958. Hann var í starvi sum teknikari í Útvarpi Føroya frá 1960 til 1987, í 1969 var hann í Danmarks Radio og nam sær útbúgving har sum programmteknikkari. 1. september 1987 var hann settur í starv á Løgtingsskrivstovuni, har hann m.a. var fastur skrivari hjá fíggjarnevndini til 1. februar 2003, tá hann tók yvir skrivara- og ráðgevarauppgávur, ið viðvíkja Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Hann var tilnevndur 1. tingskrivari og tók lut í tilrættislegging av vitjanum o.ø. á løgtingi.
Marius Rein er júst givin í starvi sínum í løgtingini, og har varð hildin móttøka fyri honum – samstundis sum málningurin av Jógvan Ingvardi Olsen varð avdúkakur, 30. september sum fór. Men Marius hevur sett væl við í løgtinginum: Dóttir hansara Anna Rein starvast sum løgfrøðingur í løgtingsumsitingini, og á valinum 29. oktober var sonur hansara, Janus Rein, valdur á ting fyri Framsókn.
Marius hevur tiltikið gott minni, og tey skip, sum hann ikki kennir, eru ikki verd at vita nakað um. Og so seint sum týsdagin var hann ferðaleiðari hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum, tá tey vóru morguntúr við Hoyvíkstjørn og har um leiðir – leiðir, sum Marius kennir væl, tí her hevði pápi hansara trøð, og á hesi trøð hevur Marius bygt.
Í útvarpinum vóru ikki nógvir teknikarar, og tað er ikki tal á teimum sendingum, sum Marius hevur staðið fyri. Enn í dag kunnu vit hoyra gamlar sendingar, har sagt verður, at »Marius Rein stóð fyri upptøkuni.«
Marius er giftur við Kristiannu, sum er úr Klaksvík, dóttir Dánjal og Annu Nielsen. Tey hava bygt sær hús á Láarvegi, á trøðni hjá Jens Paula.
Børnini eru Dánjal, sum er giftur og býr í London, Janus, sum býr í Havn og Anna, sum eisini býr í Havn.
Hann er burturstaddur føðingardagin.


-----