Marius slapp upp í part

Samstarv millum føroyska Marius og íslendska Svavar Knút er komið á Nordic Playlist

Í farnu viku umrøddu við nýggju internettænastuna Nordic Playlist, har endamálið er at peika á nýggjan og spennandi norðurlendskan tónleik. Hvørja viku verður ein listi við 10 norðurlenskum sangum gjørdur, og skiftandi fólk velja tónleikin.
Norðurlandaráðið er uppi í hesum samstarvi, har Noreg, Svøríki, Danmark, Finland og Ísland eru við.
Hóast Føroyar ikki eru sjálvstøðugur partur av samstarvinum, er ein føroyskur tónleikari partur av listanum hesa vikuna. Tað er Marius, sum hevur samstarvað við íslendska Svavar Knút um sangin Tokan. Sangurin er annar av íslendsku sangunum á listanum hesa vikuna.