Marius spælir Gay Rock

Til ber nú at uppliva nakrar av sjónvarpsløtunum við føroysku bólkunum á AME-Reykjavík á alnetinum, millum annað samrøðu við sangaran um í Marius, um ikki at ljóða sum týskt porno.

AME-Reykjavík
 
Føroysku bólkarnir á AMEReykjavík vóru nógv í fjølmiðlunum í døgunum áðrenn konsertina í NASA. Men eisini á sjálvari konsertini vóru miðlarnir umboðaðir, eitt nú vóru bæði samrøður og tónleikur frá kvøldinum víst í sjónvarpssendingini Sirkus Reykjavík,  Í sendingini var tosað við samskiparan Ásgeir Eyþórsson og Lenu, meðan Hans Marius Ziska úr GBOB vinnaranum Marius, átti mest merkisverdu samrøðuna. Sendingin varð send í gjárkvøldið, og liggur nú á alnetinum á veftivi.visir.is/veftiv undir Sirkus Reykjavík.
Spurdir um hví teir itu Marius, greiddi Hans Marius frá, at hann æt Hans Marius, men at hetta ljóðaði sum navnið á eini týskari pornostjørnu, tí æt bólkurin bara Marius ístaðin.
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;He?in Ziska Davidsen&quot;$?$end$!$Heðin Ziska Davidsen</st1:PersonName$?$end$!$ gittarleikari, ið bólkinum lýsti somuleiðis tónleikin sum gay rock, í samrøðu við sjónvarpsstøðina, men hetta var klipt burtur úr sendingini. Hugtakið gay-rock er ikki so útbreitt millum manna, men um vit skulu døma eftir tónleikinum hjá Marius, so er gay rock vakrir popputtir melodiðir ballaðir inn í nógvan larm.<BR>Høgni Lisberg spældi somuleiðis  íslendskum sjónvarpi meðan hann var í Íslandi, hetta var í sendingini Kastljós í bestu senditíð beint eftir tíðindasendingina fríggjakvøldið, henda sending liggur eisini á alnetinum, á  heimasíðuni hjá Kastljós á síðu Ríkisútvarpsins liggur upptøkan við lagnum hjá Høgna. Hon kann upplivast við at fara inn á www.ruv.is/kastljos og velja sendingina í gjár 21. apríl.