Marius tók gullvinnararnir á bóli

Í veðrakappingini í ár legði Marius Joensen gullvinnararnar á seinastu oyggjaleikum aftur um seg í allar seinasta umfari og fór sostatt avstað við veðrinum Hvørt heyst fær Sunda Byrsufelag ein veðr frá Føroya Bjór at kappast um og hendan veðrakappingin er ein stórur dagur hjá skjúttunum, tí vinnarin fær veðrin til ognar.

Í ár var veðrakappingin leygardagin 29. septembur á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag norðan fyri Norðskála og teir í Sundalagnum bjóðaðu systurfelagnum, Byrsumúla, við til kappingina,

Gamli garpurin í føroyskari Skjóting, Simme, sigur, at í ár var serliga áhugavert at vera við í kappingini, tí teir báðir álendingarnir, sum vunnu gull á oyggjaleikum á Rhodos í summar, vóru eisini við.

Dagin fyri kappingina høvdu teir báðir harumframt frálæru, bæði fyri nýggjum og gomlum skjúttum, so tað vóru nógvir, sum fingu onkur góð ráð við sær heim tann dagin.

Veðrið var av tí allarfagrasta , tá ið skjúttarnir løgdu til brots í fýra bólkum, meistarabólki num, A-bólkinum, B-bólkinum og C-bólkinum.

Sjálv kappingin bleiv eisini sera spennandi, jú longur leið út á dagin.

- Tað var skjótt, at elitan legði seg á odda: Teir báðir álendingarnir, umframt Marius Joensen, Magni Dam og Jóannis Joensen tóku seg framum hinar og kappingin teirra millum var hørð til seinasta minutt.

Tá ið trý umfør voru skotin, var Bengt Olof Lindgren av Álandi fremstur við 69 dúgvum av 75. Hin álendingurin, Lennart Akerblom, hevði 66 og Marius hevði 63.

Tá ið fjórða umfar varð skotið, gekk ikki so væl hjá Lennart á 4. platti, har hann misti 5 av 6 dúgvum.

- Bengt Olof bleiv nokk paff av hesum, tí tá misti hann eisini fleiri. Marius sá ein kjans at nærkast vinnaranum og skjeyt eitt meistarligt umfar og 24 av 25 dúgvum.

- Men tað var ikki fyrrenn við tí allarseinastu dúgvuni, sum álendingurin Bengt Olof Lindgren misti, at tað gjørdist greitt, at Marius hevði vunnið kappingina. Hann og Bengt Olof stóðu javnir í dúgvum, men av tí at Marius var bestur í seinasta umfari, vann hann kappingina, sigur Simme.

Eirikur Elisson vann A bólkin við 46 av 75 dúgvum, Finn Ludvig vann B bólkin við 33 av 75 dúgvum, og í byrjunarbólkinum vann Sigmund Petur Hansen við 27 av 75 dúgvum.

Aftaná kappingina varð farið eftir veðrinum, sum bleiv skotin og flettur, og síðani varð veitsluhald í Eydnuni.

Simme sigur, at tað er greitt, at vónirnar at eru rættiliga góðar til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009, nú gullvinnaranir frá leikunum á Rhodos í summar fóru heim aftur sum av torvheiðum.