Marius í upptøkuhøli og á MySpace

Føroyski GBOB vinnarin Marius hevur eins og nógvir aðrir føroyskir bólkar fingið eina síðu á portalinum MySpace.com. Á síðuni ber til at hoyra tvey løg hjá bólkinum, og at fylgja við í hvussu tað gongur í upptøkuhølinum.

 
Lagið The Sky Is Our Home kenna vit aftur úr GBOB kappingini, m.a. fyri tí eitt sindur U2 kendu regluna You´re so close, I could reach you, meðan hitt lagið Straight Lines er eitt frálíkt moderna melodiskt rokklag, við rættiliga 80´ára kendum og superbretskum dámi uppá tann góða mátan.
 
Á síðuni ber til at lesa, at Marius í vikuskiftinum vóru í upptøkuhøli og arbeiddu við at taka løgini Sleep og Waves upp. Sleep sigst at vera eitt fjøllbroytt rokklag, meðan Waves er eitt friðarligt vakurt lag