Marius var tvífaldur málskjútti

Løgmanssteypið: Tað var neyðugt við longdari leiktíð á Argjum, áðrenn B68 varð varpað úr steypakappingini

Tað var stórur spenningur og fleiri málmøguleikar í báðum endum, tá ið AB í dag hevði vitjan av B68 í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2, og so var tað neyðugt við longdari leiktíð, sum AB vann 2-0.

 

Tølini siga, at AB hevði fýra hornaspørk og B68 níggju hornaspørk, og AB hevði 10 royndir á og framvið B68 málinum, meðan toftamenn høvdu átta royndir á og framvið AB málinum.

 

Ein av mongu nýggju monnunum á Argjum er danski Marius Kryger Lindh, sum vísir seg at vera framrættaður spælari við góðum máltevi. Í landskappingini higartil hevur hann skorað eitt mál, og í dag skoraði hann tvey mál.

 

Hann umsetti brotsspark til 1-0 í 8. minutti, og í longdu leiktíðini legði hann AB á odda 3-2. So var tað innskifti Jobin Drangastein, sum higartil í ár hevur verið nógv darvaður av skaða, sum staðfesti 4-2 heimasigurin.

 

Lítla løtu undan steðginum javnaði ein av nýggju B68 spælarunum, Dabo, til 1-1. U-21 landsliðsspælarin Ragnar Skála legði AB á odda 2-1, og B68 toppskjúttin Sebastian Lau Nielsen javnaði til 2-2, og so var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at tað verður AB og ikki B68, sum verður við í lutakastinum til næsta umfar.