Marius verður við aftur á Voxbotn 2016 við sínum vøkru og fangandi løgum. Tað er eingin ivi um, at føroyingar, og nú eisini umheimurin, hava varnast henda inniliga sangskrivaran við vøkru røddini og stillføru útstrálingini.
Oddamaðurin Hans Marius Ziska gjørdist veruliga kendur á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum, fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Flux var eins og Marius Ziska í stóran mun Hans Marius, og longu tá var týðiligt, at her var talan um ein ungan mann við ótrúliga góðum oyra fyri góðum popprokkløgum.
Hann hevur síðan tá roynt seg innan tungmálm, rokk og seinastu árini við inniligum alternativum poppi, har hann veruliga er farin at blóma.
Voxbotn er fegið at kunna bjóða einum av Føroya bestu og mest spennandi nøvnum Marius við bólki á pallin á ársins konsertdegi leygardagin 25. juni.
Umframt Marius, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Otto Knows, Danny & The Veetos, S!VAS, Punjab, Starship við Mickey Thomas, Graham Bonnet úr Rainbow og Týr verða millum mongu nøvnini, sum fara at luttaka á Voxbotn 2016. Komandi tíðina verða enn fleiri spennandi føroysk og útlendsk nøvn avdúkað.