TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Marjuna F. Danberg hjá Neistanum aftaná Neistin hevði tapt 21-26 ímóti Kyndli í steypafinaluni hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini.
Marjun F. Danberg heldur, at Kyndil var betra liðið í dag, og vann uppiborið. Kyndilskvinnur vóru frammanfyri við einum og tveimum málum ein stóran part av dystinum, og ímóti dystarenda løgdu tær sjógv til Neistan.
Marjun F. Danberg staðfestir, at Neistin rakti ikki dagin í dag. Nú fara hon og liðfelagarnar at arbeiða hart fyri at vinna FM-finalurnar ístaðin.