TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við stórskjúttan hjá Neistanum, Marjuna Danberg, sum skeyt heili 11 av teimum 15 málunum hjá Neistanum, tá Neistin tapti 15-17, men vann samlað 32-31 ímóti Kyndli í hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.
Marjun heldur, at tað lá væl fyri hjá sær í dag, og tað fegnast hon um, umframt finaluplássið. Hon slær fast við sjeytumma seymi, at hon ætlar at vinna steypafinaluna.
Marjun heldur, at dystirnir ímóti Kyndli eru altíð spennandi og intensir, men hon ásannar, at dystirnir millum tær og kyndilskvinnur blíva ikki altíð so væl spældir.