info
Ongi úrslit

Marjun Hanusardóttir skal vera løgmaður...

Nei, tað skurrar... Ella kann man seta hægsta em­bæt­is­fólk í lands­stýr­i­num til løg­mann? Tað royndu sam­bands­menn í øllum førum fyri 30 ár­um síðani.

info
Eirikur Lindenskov
30. mai 2011 kl. 21:34
Hóast tað ong­antíð hev­ur ver­ið frammi al­ment, so greiddi Pauli Ell­­ef­sen, fyrr­ver­andi løg­mað­ur, frá í send­ing­ini »Meg Minn­­ist« hjá Jógv­ani Arge í út­varp­i­num­, at Sam­bands­flokk­ur­in ætl­aði at seta Johan Djur­huus, skriv­stov­u­stjóra í Ting­a­­nesi, til løg­mann, tá Sam­­bands­flokk­ur­in sam­an við Fólka­flokk­i­num og Sjálv­stýri­sflokk­i­num ­skip­aði sam­gongu í januar í 1981.

? Eg ætlaði mær ikki at verða løg­maður. Eg hevði mítt virki at reka, og eg skuldi nógv nið­ur í løn, um eg skuldi verða løg­mað­­ur, segði Pauli Ell­ef­sen í sam­røð­uni við Jógv­an Arge.
Pauli Ellefesn greiddi frá, at teir bóðu Johan Djurhuus (1918-1998) um at verða løg­mað­ur. Jo­han Djur­huus um­hugs­aði hetta í tríggj­ar dag­ar og kom so aft­ur til sam­bands­menn­inar og segði, at tað hevði ong­an á­huga.

Johan Djurhuus var ong­an­tíð pol­it­ik­ari, men em­bæt­is­mað­ur alt sítt lív. Hann var skriv­stov­u­stjóri í Tinganesi, sjúkrahússtjóri og røkti ymisk onnur størv í hes­um sam­bandi. Hann var ein av teim­um allar fyrstu em­bæt­is­monn­u­num, eftir at fyrsta lands­stýr­ið varð skip­að eft­ir heim­a­stýr­is­lóg­ina í 1948. Hann var son­ur Krist­i­an Djur­huus, sum var roynd­ur pol­it­ik­ari, for­mað­ur Sam­bands­f­loks­ins og løg­mað­ur.

Tað hevði neyv­a­n ging­ið í dag, at ein floks­for­mað­ur heitti á Marj­una Han­us­ar­dótt­ir at ger­ast løg­mað­ur, tí hann ikki hevði hug at fara niður í løn...

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

43 minuttir síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

1 tími síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

3 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

3 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

4 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

4 tímar síðan