Marjun Smith, leiðari á Lágargarði í Havn: - Tvey ár at bíða

- Hóast 21 fólk í løtuni hava akuttan tørv á at sleppa inn á Lágargarð, mugu tey bíða eitt til tvey ár, áðrenn tey sleppa inn. Vanligi bíðilistin telur 158 fólk og hann veksur alla tíðina, sigur Marjun Smith

Turið Kjølbro

- Rákið síðstu árini hevur verið, at um 20 fólk ella fleiri, standa á akutta bíðilistanum. Akutt merkir jú, at teimum tørvar pláss her og nú, men mínar royndir eru, at tey mugu bíða leingi, áðrenn tey sleppa framat. Við hvørt upp til tvey ár, og tað fáa tey at vita, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði.

Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk verða tikin inn á Lágargarð um árið. Tað veldst sjálvsagt um, hvussu nógv falla frá. Okkurt árið kunnu tey vera seks í tali, onnur ár tólv ella sekstan.

Leiðarin á Lágargarði merkir hvønn dag, hvussu ring støðan. Hvønn dag hevur hon avvarðandi í telefonini, ið ikki vita síni livandi ráð.

- Tey avvarðandi eru veruliga í eini trongstøðu. Vit merkja týðiliga, at langa bíðitíðin er óheppin og familjurnar eru við at fara í knús av støðuni.

- Summi hava verið fyrivarin og hava skrivað seg upp tíðliga. Onkur hevur bíðað, líka síðani Lágargarður læt upp fyri tólv árum síðani. Men fólk verða ikki tikin upp fyrr enn tey eru pensjónistar og røktarsjúklingar, og summi, ið standa á listanum, hava ikki røkt fyri neyðini. Tey bíða so til tey lúka krøvini, tí Lágargarður er røktarheim burturav.

Lágargarður hevur tríggjar eindir, har hvør hýsur 16 fólkum. Umframt eru tvey umlættingarpláss. Tann eina eindin er til dement fólk burturav, og tey vaksa í tali.

- Miðalaldurin í løtuni er um 84 ár, við hvørt hevur hann ligið hægri.


Eldraárið

- Myndugleikarnir eru við at vakna og eru vorðnir greiðir yvir, at neyðin er stór. Tað hevur verið ein serligur ágangur í seinastuni, tí tað verða fleiri og fleiri eldri fólk, og fleiri og fleiri dement, sum er tann stóri trupulleikin. Sambýlini, ið verða stovnað um landið, nøkta ikki akutta tørvin. Uttan mun til, hvat myndugleikarnir gera, meti eg, at tað er tørvur á um 300-400 røktarheimsplássum um alt landið.

Hvørjar vónir hevur tú um, at hesin trupulleikin verður loystur?

- Um nakað verður gjørt í hesum árinum, er ivasamt. Men vit vóna, at skjøtul verður settur á í hesum árinum, sigur Marjun Smith.


Myndatekstur: Bíðilistin við eldri fólki, ið vilja inn á Lágargarð, veksur fyri hvørt ár, ið fer. Árið eftir, at heimið varð sett á stovn, stóðu 58 fólk á bíðilista. Seinnu árini hevur hann talt um 100 umsóknir. Í dag telur hann 158 fólk.