Í oktober skrivaði Bókhandlarafelag Føroya út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu fyri vaksin.
Ein dómsnevnd var sett at lesa og viðgera skaldsøguhandritini. Í henni vóru Bergur Djurhuus Hansen, Bergljót av Skarði, Eilen Anthoniussen, Pætur Marjunason Dahl og Marna Jacobsen.
Sjey handrit komu inn, og dómsnevndin valdi handritið Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs sum vinnara.
Dómsnevndin sigur, at tá ið hendingar og fólk í Havn, og á bygd, í 20 øld, og í okkara tíð, verða lýst, flytir skaldsøgan seg hegnisliga ímillum fortíð og samtíð.
Sjónarhornið er í tveimum. Lesarin fylgir gomlu, heilasjúku, Veru, sum liggur á røktarheimi og einki fær sagt, hóast hon er full í orðum, og hevur nógv upp á hjartað. Og lesarin fylgir eisini unga Leoni, sum stríðist við seg sjálvan og sína fortíð og hevur Veru at spyrja til ráðs og líta á.
- Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsil og kærleika, sigur dómsnevndin.
Marjun S. Kjelnæs fær 50.000 krónur fyri avrikið, umframt ein útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags.