Marjun Wolles gevur fløgu út

Umleið 13 desember kemur nýggj fløga á marknaðin. Tað er Marjun Wolles, sum hevur verið í studio í Asheville í USA og tikið upp.

 

Konseptið er eitt slag av “syngið við” sangum á føroyskum - allir væl kendir.

 

Á fløguni eru 17 sangir, t.d. Ein firvaldur í góðum lag, Fagra blóma og Boðar tú til allar tjóðir. Fløgan er ein uppløgd jólagáva, serliga til teirra, sum dáma, at orðini hoyrast týðiliga og at fylgispælið er róligt, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Við fløguni fylgir vakurt myndprýddur bóklingur við tekstum og nótum.

 

Til ber at hoyra sangin Kom og dansa við at trýsta á leinkið niðanfyri. https://youtu.be/y7A_g7WWzoM