Mark Clattenburg hevur fyribils dømt fyri seinastu ferð í Premier League. Dómarafelagið, Professional Game Match Officials Limited, stytt PGMOL, boðar í dag frá, at 41 ára gamli dómarin flytur til Saudi Arabia at arbeiða.
Les eisini: Eru bangnir fyri at Clattenburg rýmir til Kina
Hann er hægst metti dómarin í Premier League. Millum annað dømdi hann EM finlauna, Champions League finaluna og FA Cup finaluna farna kappingarár.
Les eisini: Fer at umhugsa Kina
Hann hevur í eina tíð boðað frá, at hann er sinnaður at gevast við at døma í Premier League. Her er 41 ára gamli Mark Clattenburg fleiri ferðir settir í samband við Kina, sum í løtuni av álvara bjóðar seg fram á altjóða fótbóltspallinum.
Les eisini: Petur: Fekk tilboð úr Skotlandi
- PGMOL ynskir Mark Clattenburg alt tað besta, nú hann fyrireikar seg til sítt skifti til fótbóltssambandið í Saudi Arabia, boðar dómarafelagið frá.
Les eisini: Kina vil hava Clattenburg
Sum skilst á enskum miðlum, so er skiftið komið so langt, at Mark Clattenburg ikki verður at síggja í Premier League hetta kappingarárið.