Oljuleki
Sommer Joensen, sýslumaður í Suðuroy, heldur, at hendingin við oljulekanum á Vágsverkinum hevur verið á markinum til eina náttúruvanlukku – um vit so kunnu siga.
Sum skilst, var so nógv olja likin úr stóra tanganum, at innari tangagarðurin var vorðin fullur. Oljan fór oman í niðara garðin, sum er úr moldtilfari, haðani olja seyraði niður í jørðina og út á sjógvin.
- Eg haldi kortini ikki, at stórvegis nøgdir av olju vóru at síggja á sjónum, sigur Sommer Joensen, sum var á staðnum í gjáramorgunin.
Hann sigur, at løgreglan í Suðuroy fekk boðini um lekan klokkan gott 8 mikumorgunin.
Tettu leka
- Bjálving er tikin uttan av hesum stóra tanganum fyri at finna út av, hvar lekin er. Ein leki er staðfestur, og roynt hevur verið sum frægast at tetta hann. Í løtuni vita vit ikki, um nakar annar leki er – og um olja framvegis lekur út í tangagarðin.
Sommer sigur, at hóast tangaskipið, sum læt SEV oljuna, framvegis liggur á Vági og roynir at taka olju umborð aftur – og roynt eisini hevur verið at pumpað olju í tangan, sum er við síðuna av tanganum, ið lekur, so er hetta ikki so líka til kortini.
- Hetta er tungolja, og tá ið hon kólnar, er tað ikki bara sum at siga tað at pumpa hana úr aftur stóra tanganum, ei heldur uppaftur úr tangagarðinum.
Hann sigur, at tíbetur eydnaðist tað í morgun at taka oljuna, sum lak úr tanganum, so mikið undan, at óbetýðiligar nøgdir eru farnar á sjógv.
Helst sveisingar
- Vit hava tosað við Brunaumsjón Landsins, sum heldur, at hol er komið á sveisingar á tanganum. Teir hava ikki verið á staðnum enn, men kenna líknandi trupulleikar frá øðrum tangum á sama slagi. Brunaumsjónin er á veg suður, og vit vænta, at teir kunnu staðfesta, hvør trupulleikin er.
Sommer leggur tó dent á, at enn er tó einki endaliga staðfest.
- Menn eru nú í holt við at tøma tangan, og vit vóna, at tangin ikki lekur meira. Vit vóna eisini, at stabila støðan, sum nú vísir seg at vera, ikki broytist til tað verra.
Sýslumaðurin sigur, at vísir tað seg, at stabila støðan heldur, verður farið undir at rudda økið aftur.
- Jú, vit kunnu ásanna, at hetta hevur verið á markinum til eina dálkingarvanlukku, um verri vildi til, sigur Sommer Joensen, sýslumaður at enda.