Afturvendandi kunningarátakið um lestrarmøguleikar burturi og heima verður 24. september.
Her verður møguligt at møta lesandi frá teimum føroysku framhaldsútbúgvingunum og fleiri av teimum bestu lestrarvegleiðarunum í grannatjóðum okkara, sum fara at siga frá og svara spurningum um útbúgvingar um allan heim.
Tiltakið er eisini um dagin fyri skúlaflokkum.
Til ber at lesa meira um tiltakið www.ask.fo.