Hesa vikuna koma tveir av fremstu norðurlendsku krimi-rithøvundunum til Føroya á vitjan - og føroyingar sleppa eisini at heilsa uppá Lizu Marklund og Jo Nesbø Hesa vikuna vitja rithøvundarnir Liza Marklund og Jo Nesbø í Føroyum. Tey koma til Føroya at verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir hóskvøldið
Svenska Liza Marklund verður roknað sum norðurlendska krimi-drotningin. Hennara spenningssøgur við tí kvinnuliga vinklinum hava selt stórt seinnu árini, og bøkurnar eru týddar til alskyns mál.
Norðmaðurin Jo Nesbø er ein av bestu krimi-rithøvundum í Europa í løtuni, og hann hevur fingið virðisløn fyri bestu skaldsøgu í Noregi seinastu tvey árini. Jo Nesbø hevur givið sjey altjóða viðurkendar krimisøgur út, og søgurnar um detektivin Harry Hole eru týddar til 30 mál.
Hóskvøldið verða tey við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn millum kl. 19 og 22.
Marklund og Nesbø fara eisini at signera bøkur á Hvonn í sambandi við sendingina. Rit & Rák fer at selja krimi-bøkurnar hjá teimum á Hvonn, og fólk kunnu heilsa upp á tey bæði og fáa bøkurnar sigernaðar.