Marknaðarføra Føroyar við sjálvspeii og skemti

Í dag setir Atlantic Airways saman við føroysku ferðavinnuni sjøtul á eina umfatandi lýsingarherferð í Danmark. Endamálið er at menna ferðavinnuna og fáa fleiri danir at flúgva til Føroya við føroyska flogfelagnum. Lýsingarherferðin er slóðbrótandi á tann hátt, at hon vísir á Føroyar sum ferðamannaland við skemtiligum tilgjørdum stuttfilmum á internetinum. TRÝST HER fyri at síggja heimasíðuna Føroyar eru heimsins vakrasta oyggjaland, staðfesti National Geographic Traveler í 2008, og hesum gera Atlantic Airways og føroyska ferðavinnan sær nú dælt av í nýggjari lýsingarherferð á danska marknaðinum.

Higartil eru Føroyar fyri tað mesta marknaðarførdar í blaðlýsingum í Danmark, men við nýggju lýsingarherferðini bróta Atlantic Airways og føroyska ferðavinnan upp úr nýggjum við til fulnar at nýta internetið sum lýsingarmiðil.

Saman við Sansum hevur Atlantic Airways gjørt eina nýggja heimasíðu, ið við sjálvspeii og skemti lýsir, hvussu hugtakandi og vakrar Føroyar eru.

Á heimasíðuni www.ferieoerne.dk verður stórur dentur lagdur á at siga, at alt, sum kann upplivast í Føroyum, er heimsins best, og í animatiónum á síðuni er tann siðbundna postkortmyndin av Føroyum horvin. Í staðin verða møguligir fordómar hjá móttakarunum um seyðaoyggjarnar váttaðir á skemtiligan hátt, men boðskapurin er púra greiður. Føroyar mugu bara upplivast.

Í bannaralýsing, sum verður at síggja á heimasíðunum hjá eitt nú Jyllands-Postinum, Politiken og Berlingske Tidende, verður samstundis víst á, hvussu ferðafólk kunnu uppliva fýra árstíðir í Føroyum upp á 25 minuttir. Tey, ið trýsta á bannaralýsingina, koma inn á www.ferieoerne.dk.

- Vit hava brúk fyri at vaksa um talið á útlendskum ferðafólkum í Føroyum. Danmark er okkara størsti útlendski marknaður, og vit vilja við lýsingarátakinum fáa fleiri fólk at flúgva við Atlantic Airways og samstundis menna føroyska ferðavinnu. Higartil hava vit lýst mest í donskum bløðum, men hesaferð royna vit nakað heilt nýtt og øðrvísi á internetinum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Nógvar góðar kreftir í føroysku ferðavinnuni standa saman um nýggju marknaðarføringina. Atlantic Airways tók stig til nýggju lýsingarherferðina, men fíggingin er fingin til vega í samstarvi við Samvit, Greengate Incoming, 62 Norður, Hotel Føroyar og Hotel Hafnia.

Eitt mál við átakinum er at fáa allar føroyskar teldubrúkarar at vera við til at marknaðarføra Føroyar á danska marknaðinum. Sum teldubrúkari ert tú við í átakinum, um tú sendir donskum vinum leinkjuna til www.ferieoerne.dk

TRÝST HER fyri at síggja heimasíðuna