Vegarbeiði
Nú skal marknagilsvegurin í Havn gerast heilt liðugur.
À býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at játta slakar 3,3 milliónir til at gera vbegin lidnan. peningurin verður tikin av útbyggingarkvotuni fyri í ár.
Arbeitt hevur verið uppá hann í fleiri ár, men nú líður so væl ímóti endanum, at tíðin er komin til at fáa tað seinasta frá hondini.
Talan er um trý arbeiði, sum nú skulu gerast.
À fundinum hódskvøldið játtaði býráðið 827.000 krónur til at gera grótlaðingar, sum eru eftir.
Harumframt hevur býráðið játtað 1,3 millión afturat til at gera privatar urtagarðar, tún, grótlaðingar og til at gera innkoyringar aftur fyri, umframt til at flyta bilhús fyri o.s.fr.
Býráðið samtykti at taka av einum tilboði frá Guttesen & Staksberg uppá slakar 3,4 millión fyri at gera Marknagilsvegin lidnan. Somuleiðis varð samtykt at játta 1,3 millión, sum restaði í.
Farast skal undir arbeiðið beinanvegin, so at tað kann verða liðugt um eitt hálvt ár.
Og at enda hevur Býráðið játtað 1,2 millión til til at gera kantsteinsarbeiði og gongubreytir liðugt fyri.
Men áðrenn farið verður undir arbeiðið, skal verkætlan leggjast fyri teknisku nevndina til avgeiðslu.