NÚ bankamálið meira ella minni er avgreitt og skuldarspurningurin er komin í ein betri og fastari karm eru aftur stundir at hugsa um onnur týðandi mál. Tað vil altíð vera ringt at siga, hvørji mál eru mest týðandi og hava mest tørv á at fáa eina viðgerð og verða loyst. Uttan iva eru nógvir spurningar, sum leika á í føroyska samfelagnum, sum tørva at verða viðgjørdir og loystir.
EFTIR okkara tykki - og tað heldur løgmaður eisini sambart úttalilsum hansara í blaðnum í dag - hevur marknatrætan við Bretland fyrsta prioritet. Hetta málið, sum nú hevur verið tveitt aftur og fram sum í einum ping-pong spæli millum Bretland, Danmark og Føroyar í 20 ár, má nú fáa eina virðiliga og rættvísa loysn.
Í næstu viku fara løgmaður og ráðgevar hansara at brúka stóran part av orku síni til at viðgera málið. At marknatrætan nú eisini hevur verið uppi at venda á fundi millum danska og tann bretska forsætisráðharran eiga vit at taka sum eitt gott og positivt tekin. At bretski uttanríkisráðharrin hevur vent sær beinleiðis til løgmann um sama mál ber eisini bráð av, at bretar vilja hava ein enda á hesi ósemju. Tað er rætt og slætt ikki livandi við slíkari trætu millum tvey grannalond, sum tvørturímóti hava brúk fyri hvørjum øðrum skal hugsingur verða um at troyta møguleikarnar á Atlantsmótinum á skynsamasta hátt.
SOLEIÐIS sum Sosialurin skilur støðuna, hava bretar slakað í mun til síni upprunaligu krøv. Føroyingar hava eisini sagt seg vilja slaka fyri at fáa eina samráðingarloysn. Trupulleikin er tó tann, at hvørgin av pørtunum vil slaka nóg mikið til, at hin parturin kann verða nøgdur. Her stendur málið. Alternativið at fara til Haag og brúka nógva tíð og orku til at fáa ein triðja part at áseta markið er avgjørt tann ringasta loysnin. Tí neyvan fara vit føroyingar við einum dómi í hondini at fáa nógv meira í okkara part enn vit kunnu fáa við samráðingunum við bretar. Tí er ein kompromiloysn tann einasta møguliga. Og hvat kompromi tú enn velur, so fara tað at vera øki, sum kunnu goyma olju, ið tú letur frá tær. Tú fer at fáa minni enn tað, sum svarar til tíni mest maksimalu krøv. Hetta er ein sannroynd.
EINGIN ivi er um, at bæði londini hava brúk fyri at kunna áseta markið innan ikki alt ov langa tíð. Hetta er m.a. nær tengt at eini føroyskari útbjóðing. Tað hevur eisini alstóran týdning fyri Bretland at kunna bjóða út áhugaverd øki í Hvítu Zonuni. Sambart altjóða oljuanalytikarum so hevur Bretland ein trupulleika í løtuni, og hann er rætt og slætt, at tað eru funnin ov fáar nýggjar oljukeldur á bretska landgrunninum. Hetta kann hava við sær, at oljufeløgini rýma og tað vil so aftur hava óhugnaligar fylgjur fyri bretska oljuídnaðin. Vit kunnu út frá hesi sannroynd siga, at eisini bretar áttu at havt ein sakligan áhuga í, at ikki bert Hvíta økið varð boðið út men eisini føroyskt øki. Tí á sama hátt sumfundini vestan fyri Hetland hava eggjað oljufeløgunum til at gera íløgur longur vesturi og har eisini í føroyskum øki, kundu fund á eitt nú føroyskum øki havt positiva ávirkan á áhugan fyri at leita á bretskum øki, og tað vildi so aftur havt týdning fyri stóra bretska oljuídnaðin. Ein kann tí siga, at Bretland og Føroyar áttu at havt ein felags áhuga í at loyst marknaósemjuna ongantíð ov skjótt. At lata fimm ár ganga, til dómstólur er komin til eina niðurstøðu, kann gerast ein vansi fyri bæði londini, tá avtornar.
MEN vil hvørgin parturin førka seg meira, so er tað spurningurin, um vit ikki áttu at roynt eitt annað alternativ, sum er roynt aðrastaðni við góðum úrsliti. Australia og Indonesia gjørdu í fjør eina fyribilsavtalu um at loyva oljufeløgunum at bora í Timorhavinum, sum tykist kunna goyma stórar nøgdir av olju og gassi. Nettup tí at londini ikki kunnu semjast og at áhugin fyri at gera íløgur har er so stórur, hava londini gjørt tað tey kalla ?A Zone of Mutual Cooperation?. Hóast tað frá bretskari síðu hevur verið sagt, at tað er best hjá grannum at hava greitt stik millum sín, so átti hesin møguleikin at verið royndur. Tvs. at meðan vit brúka tíð uppá at finna eina endaliga loysn, so verður gjørd avtala um at loyva boringum í øllum økinum.