Marknasemjan eitt klókt stig

-Sæð frá einum politiskum sjónarmiði tykist tann gjørda semjan um markið at verða eitt klókt stig heldur føroyski advokaturin, Jóhannus Egholm Hansen, sum starvast í Danmark. Sosialurin hevur hitt hann og sett honum ymsar spurningar, sum hava tilknýti til stóra oljumálið

Jan Müller


Ein av teimum føroyingum, sum er búsitandi og starvast í Danmark og sum fylgir væl við gongdini í Føroyum er Jóhannus Egholm Hansen. Hann starvast og er medeigari í stóru donsku advokatfyritøkuni DANIA Advokater, ið hevur skrivstovur í Keypmannahavn, Svendborg og í Nuuk. Hann er eisini lektari á Universitetinum í Keypmannahavn, innan evni ?Keyp og søla av vinnufyritøkum?. Seinni í ár fer hann at geva út bók um sama evni. Hann hevur annars saman við Kára á Rógvi Olsen givið út bók undir heitinum ?Faroese Business Law?. Eisini hevur Jóhannus Egholm Hansen skrivað greinar í føroyskum bløðum um ymisk samfelagsmál, eitt nú eina komandi oljuvinnu um okkara leiðir.

At Jóhannus Egholm Hansen hevur búð í Danmark í so nógv ár ger kanska eisini, at hann líkasum sær útviklingin á oljuøkinum við øðrum brillum enn tey herbúgvandi. Í hvussu er heldur hann, at tað er stórur saknur í einum orðaskifti í Føroyum um oljumál. Tá vit spyrja hann, hvør hending í stuttu ?oljusøgu? okkara hevur havt ein tann størsta týdningin er hann skjótur at svara: Marknasemjan við Bretland.


Marknasemjan

-Í nærum 25 ár hava føroyingar bíðað eftir, at semja kundi fáast í lag við bretar um bæði fiski- og landgrunnsmarkið millum Føroyar og Hetland. Semja er nú gjørd um markið. Um úrslitið sæð frá einum geografiskum og/ella løgfrøðiligum sjónarmiði er gott ella ringt eri eg ikki førur fyri at meta um. Í veruleikanum hugsi eg, at heldur ikki teir føroysku politikarar, sum hava stuðlað ella funnist at úrslitinum, eru førir fyri - út frá einum løgfrøðisligum sjónarmiði - at meta um, hvørt úrslitið er gott ella ringt.

Sjálvur metir Jóhannus Egholm Hansen tó, at størsti vinningurin við teirri loysnini, sum er gjørd, er, at føroyingar og bretar nú sjálvir hava tikið støðu og avgjørt málið. -Tað er ein sannroynd innan mítt yrki, at ein eigur at strekkja seg langt - og oftani eisini longur enn ein kanska frá byrjan følir, at ein átti - fyri at royna at røkka eina semingsloysn á eini ósemju. Gera partarnir ikki hetta, ja so verður úrslitið tað ringasta, ið hugsast kann, nevniliga at tað verða onnur, oftast dómstólarnir, ið skulu taka støðu fyri ein, og so er endaliga úrslitið eitt, sum ein sjáldan hevur nakra munandi ávirkan á og sjáldan hevur eina kvalificeraða meting um sigur Jóhannus Egholm Hansen og heldur fram:

-Tað er uttan iva rætt, sum ført fram av onkrum, at føroyingar kundu vunnið meira við at latið dómararnar í Altjóða Dómstólinum í Haag avgjørt trætuna við Stóra Bretland. Men ein má samstundis gera sær greitt, at tað eins væl kundi endað við, at føroyingar fingu munandi minni enn tað, sum úrslitið nú er blivið. At føra fram sum ein fullbornan sannleika, at føroyingar vildu havt fingið meira burtur úr at fara til Haag er sostatt ilt at taka fyri fult, tí tað kann eingin við vissu siga nakað um. Um úrslitið var so greitt, so nýtist ongum at ivast í, at málið fyri langt síðani varð lagt fyri Altjóða Dómstólin í Haag. Harumframt eigur ein eisini at leggja munandi dent á, at ein avgerð hjá Altjóða Dómstólinum í Haag hevði longt bíðitíð føroyinga eftir eini endaligari loysn við kanska 4 - 6 árum afturat.

Um oljufeløgini, sum higartil leysliga mett tilsamans tykjast hava brúkt oman fyri eina milliard krónur uppá kanningar og annað í Føroyum, framvegis vildu havt áhuga fyri føroyska økinum til ta tíð heldur Jóhannus Egholm Hansen vera óvist, og er hetta sostatt enn ein góð grund til at taka undir við, at ein loysn varð gjørd. Sæð frá einum politiskum sjónarmiði tykist tann gjørda semjan um markið sostatt at verða eitt klókt stig heldur føroyski advokaturin.