36 ára gamli Predrag Markovic fer nú ætlandi at verja málið hjá AB.
Serbiski málverjin hevur skrivað undir sáttmála við felagið.
Markovic hevur búð í Føroyum í seks ár. Hann hevur áður umboðað TB, Skála og B71.
Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, vil ikki siga ítøkiliga við heimasíðuna hjá felagnum, um fleiri spælarar eru á veg. Hann sigur, at allir eru vælkomnir at bjóða seg fram.
AB spælir í næstbestu deildini í ár.