Oyggjaleikir: Í kappingini í 5.000 metra renning, sum hevur verið á National Sports Centre í kvøld, eydnaðist 18 ára gamla Marnari Djurhuus at vinna enn eitt bronsumerki.
Enn einaferð var dramatikkur, tá hann kom á mál, tí síðstu 300 metrar var hann deyðalúgvaður, og hann næstan datt um málstrikuna, har ein rennari frá Isle of Man fekk loftað honum og styðjað hann yvir í ein stól.
Tíðin hjá Marnari var 15:46.07 minuttir, og hann var í fremstu røð í harðari kapping við Iolo Hughes frá Ynys Mon og Kelvin Aitor Gomez frá Gibraltar, sum vunnu ávikavist gull og silvur.
Hinir gjørdust honum tó ov sterkir í spurtinum, og teir fóru frá honum í seinasta svinginum. Men Marnar megnaðu at halda stand, so eingin av teimum aftanfyri var í nánd av at hótta bronsuna.
Hetta er annað bronsumerki hjá Marnari á hesum leikunum, tí mánakvøldið vann hann eisini bronsu á 10.000 metra teininum.
Teir báðir, sum í kvøld endaðu framman fyri hann, vóru tilmeldaðir kappingina týskvøldið, men valdu ikki at renna teir 10.000 metrarnar, fyri at spara seg til í kvøld.