Marnar setti føroyskt met

17 ára gamli rennarin Marnar Djurhuus vann í gjár bronsu í altjóða kapping í Reykjavík, og hann setti eisini nýtt føroyskt innanduramet í 3.000 metra renning.

Reykjavík International Games er stór altjóða kapping, sum umfatar 18 ítróttargreinar.
Seinnapartin í gjár var Marnar Djurhuus við í 3.000 metra renningini, og hann fekk sera gott úrslit í síni fyrstu veruligu kapping, eftir at hann er komin fyri seg eftir drúgvan skaða.
Fyri kappingina segði Marnar Djurhuus við Rás2, at hann kendi seg at verða í besta formi, hann nakrantíð hevur verið í, hóast hann í eina tíð hevur vant upp eftir skaða.
Marnar rann teinin í tíðini 8:53,03 og endaði á 3. plássi, og tað var hann sera væl nøgdur við.
Marnar verður verðandi í Íslandi og skal komandi vikuskiftið verða við kappingini Stórmót ÍR.