Marner Mortensen heldur fram sum stjóri í Norðoya Sparikassa, eftir at hann tók satið, tá Eyðfinn Reyðberg brádliga boðaði frá, at hann ikki longur vildi vera stjóri í bankanum. Nevndin fyri Norðoya Sparikassa hevur í morgun sett Marner Mortensen í stjórastarvið í Norðoya Sparikassa.
Marner Mortensen hevur verið fyribils settur stjóri síðan 12. mars 2010.
Marner Mortensen er 46 ára gamal, og hevur hann verið varastjóri í sparikassanum síðani 1. januar 1996.
Marner Mortensen er útbúgvin civiløkonomur innan roknskap og fíggjarstýring.