Marrubyrjan hjá Helsingborgs IF

Brandur Hendriksson hevur ikki verið við enn.

Svenska felagið Helsingborgs IF, sum hevur føroyska Brand Hendriksson í hópinum, hevur fingið eina marrubyrjan upp á nýggja kappingarárið í bestu svensku deildini, Allsvenskan.

Mánakvøldið tapti Helsingborgs IF 3-0 á heimavølli ímóti uppflytarunum úr Varbergs BoIS, og tað gjørdist ikki til nakra uppreisn, tá ið Helsingborgs IF í kvøld var á vitjan hjá Kalmar FF.

Heldur gjørdist talan um enn ein lúsing. Hesaferð tapti Helsingborgs 4-0. Brandur Hendriksson hevur ikki verið í hópinum í nøkrum av dystunum av tí at hann er darvðaur av einum lærskaða.

Helsingborgs IF, sum nú er á aftasta plássi í Allsvenskan, fær mánakvøldið vitjan av IF Elfsborg.