Mars fekk maskinbrek

Týsdagin seinnapartin kom vaktarskipið Tjaldrið á Havnina við ísfiskatrolaranum Mars úr Sandavági.
Trolarin hevði fingið maskinbrek, tá hann var staddur fimtan fjórðingar úr Borðuni. Tjaldrið fór av Havnini eftir Mars klokkan átta týsmorgunin. Umleið klokkan fýra seinnapartin komu Tjaldrið og Mars aftur á Havnina.
Mikumorgunin lá Mars enn við bryggju í Havn.