Í farnu viku skrivaði Viborg FF, at føroyski Martin Agnarsson ikki spælir aftur hetta kappingarárið. Hann sigur í samrøðu við in.fo, at tað verða fimm vikur áðrenn hann verður við í vanligari venjing aftur.
- Eg havi brotið óstbeinið. Til venjing kom eg í ein nærdyst við ein annan spælara, og óstbeinið brotnar í samanstoytinum, forklárar Martin Agnarsson, sum nú er fimm vikur frá at kunna venja vanligt aftur.
- Nú eru fimm vikur eftir til eg kann venja fult við, men inntil tá skal eg bara fylgja planini frá fysioterapeutinum. Tað merkir at í fimm vikur skal eg so við og við byggja uppá við venjingum til økslina, og eg kann eisini so smátt byrja at súkkla og renna, sigur Martin Agnarsson, sum hevur fingið frí komandi dagarnar og kemur heim ein túr.
Martin Agnarsson bleiv á sumri í fjør seldur til danska superligafelagið Viborg FF, eftir at B36 og Viborg spældu í Evropa. Hann hevur fingið nakað av spælitíð og hevur verið ein partur av besta liðnum síðani skiftið.
- Fyrsta tíðin her í Viborg hevur verið sera mennandi bæði fótbótlsliga og persónliga. Eg trívist væl og havi eisini flutt meg nógv síðani eg kom til Viborg. Tað hevur verið nógv at fyrihalda seg til fyrstu tíðina, men eg føli nú at eg eri ordiliga follin til og føli meg sum ein partur av hópinum, sigur U21-landsliðsspælarin, ið eisini hevur spælt sín fyrsta A-landsdyst. Hann er tolin um tilgongdina í Viborg.
- Eg eri sloppin framat, tá ið eg havi verið skaðafríður. Eg havi verið á bonkinum teir flestu dystirnar og eri vitandi um, at eg ikki komi at spæla tað stóra enn, tí at vit hava aðrar dugnaligar bakkar á vinstru síðu. Tó følist tað sum um at eg eri sloppin meira framat enn eg hevði væntað, sigur Martin Agnarsson at enda.