Ritan kemur inn móti Skansaboga av øðrum túrinum í morgun, og ættin er skeiv á Skansanum í Havn. Hon er ongantíð til vildar hjá tí, sum hevur Skansan sum sítt heim á náttartíð í Havn.
Her er altíð trekkur, sjálvt um tú liggur í le. Og ein av teimum, sum av og á svevur á Skansanum, er 56 ára gamli Martin Eliassen úr Klaksvík.
Hann er heimleysur
?Tá hann er lágur í ættini, plagi eg at liggja her, sigur Martin og peikar á ein bonk á norðaru síðu á Skansanum. Beint sunnanfyri nýggja fyrisitingarbygningin hjá Føroya Sparikassa ? gamla Fiskasølubygningin. Hesin er júst settur í stand fyri 53 milliónir og í gjár var móttøka í bygninginum, har sjálvur mergurin í føroyska samfelagnum savnaðist. Kransakøkurnar, sum lupu av, liggja enn og storkna og torna í rustíløtunum hjá Sparikassanum.
? Tá hann er høgur í ættini, fari eg suður um, sigur Martin, sum er meinkunnigur á Skansanum. Hann fer ígjøgnum eina tronga smogu í verndargarðinum, og vit koma útaftur hinumegin og síggja beint niður yvir havnalagið á Eystaru bryggju.
? Eg plagi at liggja á hesum beinkinum, nei, hann er horvin, teir hava tikið song hjá mær, sigur Martin undrandi.
? Tú svevur ikki væl úti, vaknar ofta og undrast, hví tú endaði soleiðis í lívinum, sigur Martin Eliassen, sum er útbúgvin fysioterapeutur og hevur sæð betri dagar.
Eingin hjálp
Martin er ein av okkara borgarum, sum hevur ilt við at passa inn í samfelagið við teimum krøvum, sum samfelagið setir til tann einstaka. Í dag eru allar dyr stongdar. Hann er heimleysur hóast, hann eigur pening til at leiga eina íbúð, tí ongin vil hava hann at búgva hjá sær.
Martin vil helst búgva í Klaksvík, men her hevur kommunan givið upp. Hon klárar ikki at hjálpa einum borgara, um hann er sum Martin.
Tá sosialu myndugleikarnir i Klaksvík hava givið upp, er Martin vorðin eitt landsproblem, og hann kennir seg burturvístur til Havnar. Men Almannastovan fær heldur ikki hjálpt honum, og tí býr Martin á einum bonki á Skansanum í Havn, har gamlir fangar spøkja og rustaðar kanónir minna um orrustur í farnum døgum.
Umgyrdur av ein ríkum vælferðarsamfelag skelvir Martin so tenninar ringla í munninum, meðan náttin spakuliga viknar meira og meira.
Almannastovan
fær einki gjørt
Martin Eliassen hevur seinastu tvey árini livað uttan at vita, hvar hann skal sova komandi náttina.
Er veðrið gott, yvirnáttar hann undir opnum himni, men er illsligt í veðrinum, noyðist hann at leita sær skjól hjá Frelsunarherinum. Men tað er eingin varandi loysn og verður bara nýtt í neyðstøðu.
? Eg havi eisini rikist á øllum gistingarhúsunum, sum eru í Tórshavnar kommunu, men nú vilja hesi gistingarhús ikki hava meg innaftur, tí hotellini ikki skulu brúkast sum bústaður, sigur Martin.
Hann hevur roynt at fingið Almannstovuna at finna sær eina íbúð, men heldur ikki tað hevur borið til. Týsdagin fekk hann skriv frá Almannastovuni, sum sigur, at Almannastovan ikki kann hjálpa honum við bústaðartrupulleikunum, tí hon hevur ikki hús ella íbúð at vísa á.
? Tað einasta Almannastovan kann gera, er at vísa á tann privata íbúðarmarknaðin, verður sagt í skrivinum.
Og har ber ikki til at finna nakað.
? Eg havi roynt alt, sum eg kann, fyri at finna mær okkurt at búgva í, men eg fái einki, sigur Martin Eliassen, sum hevur verið í sambandi við nógvar politikarar fyri at fáa hjálp ? men uttan úrslit.
Vil helst búgva
í Klaksvík
Martin Eliassen hevur búð størsta partin av lívi sínum í Klaksvík, og har starvaðist hann eisini. Men fyri fleiri árum síðani flutti hann til Havnar, og seinastu tvey árini hevur ongan fastan bústað havt.
? Eg havi búð størsta partin av mínum lívi í Klaksvík, og tað er eisini har, eg helst vil búgva. Men heldur ikki har kann eg fáa innivist nakrastaðni, sigur hann.
Martin hevði hús saman við konu síni, men tá tey vórðu skild, vórðu húsini seld. Síðani leigaði hann í Klaksvík, men endin var, at hann stóð uttan bústað.
? Eg kendi meg noyddan at fara til Havnar, og tað er ikki av góðum vilja, at eg eri her. Eg vil sleppa aftur til Klaksvíkar at búgva, tí tað er har eg kenni meg heima, sigur hann.
Í Havn hevur hann møguleikan at yvirnátta í herberginum hjá Frelsunarherinum av og á, men einki líknandi stað er í Klaksvík.
Dagar á gøtuni
Á herberginum hjá Frelsunarherinum kann Martin Eliassen leita sær skjól, men har er ikki opið um dagin. Fólk sleppa inn klokkan 10 á kvøldi og fara út aftur klokkan 10 á morgni.
? Tí má eg ganga og mæla allan dagin í Havnini. Eg plagi at fara á bókasavnið at lesa bløðini, men har ber ikki til at verða sitandi fyri dagin. Onkuntíð eri eg á farstøðini ella koyri eg eina løtu í einum býbussi, greiðir Martin Eliassen frá.
? Eg eri illa gongdur og somuleiðis sjúkur, so tað er sera trupult hjá mær at skula verða allan dagin á gøtuni. Eg kann ikki leggja meg á nakran bonk, tí so kemur løgreglan og sigur, at eg má ikki sova á einum bonki í býnum.
? Tað er heldur ikki ófarligt at ganga fyri seg sjálvan at kalla verjuleysur, og eg var niðursligin fyri kortum. Eg eri illa fyri, og fái tí einki gjørt fyri at verja meg, sigur Martin.
Roynir nú Kærustovnin
Í vikuni hevur Martin Eliassen sent Føroya Kærustovni skriv, har biður um eina prinsipiella avgerð um hansara bústaðartrupulleikar.
? Kommunan, haðani eg komi, sigur seg ikki hava nakra ábyrgd av, um eg havi ein bústað ella ikki, og Almannstovan kann ikki hjálpa mær. Eg eri tí verjuleysur í eini sosialari skipan, sum ikki virkar fyri mítt viðkomandi, sigur Martin Eliassen í skrivinum til Kærustovnin.
? Veturin stendur fyri durðum og okkurt má henda í hesum máli, sigur Martin, sum biður um eina hjálpandi hond frá Kærustovninum.
Ein hjálpandi hond, sum er at finna nógvastaðni, men sum enn ikki hevur ført til, at hann hevur fingið varandi bústað.