Martin í Grund traðkar út úr ljósinum

Fjarðafestivalurin avdúkar í dag, at Martin í Grund spælir á festivalinum í august, Martin er singer/songwriter og sprottin úr ríka tónleikalívinum í Gøtu.

Tónleikur


Skráin fyri Fjarðafestivalin tekur spakuliga skap. Nýggjasta avdúkingin er Martin í Grund, ið telist millum minst royndu nøvnini á skránni. Martin er nýliga farin at royns seg sum singer/songwriter, men hann hevur spælt tónleik, síðan hann var ein lítil piltur í Syðrugøtu. Martin er vaksin upp í tí tónleikaríkað umhvørvinum í Gøtu, har hann hevur fingið nógvan íblástur og mangar tónlistarligar upplivingar, og hetta hoyrist.

Martin hevur spælt við mongum undirgrundsbólkum, ið so at siga ongantíð hava sæð dagsljós miðla heimsins. Við at royna seg, sum singer/songwriter, roynur hann nakað nýtt.

Tónasmiðurin Martin er tilvitaður um sínar meinigar, og sigur m.a. soleiðis

- Tað er harmuligt, at teir flestu kristnu tónleikarar halda seg innan samkomu veggir. Hví birta bjartasta ljós á alljósum degi? Hettar eigur at verða gjørt í myrkri, sigur Martin, sum vónar, at fleiri trúgvandi traðka út.